Fakfeløg gera manngarð um Samhaldsfasta

Fakfeløg gera manngarð um Samhaldsfasta
Níggju fakfeløg vilja nú hava greiði á, hvat landsstýrið ætlar við Samhaldsfasta
 
17.09.2019 - 12:46

Undir yvirskriftini "Samhaldsfasti riggar og skal hava frið" biðja fakfeløgini í felags yvirlýsing landsstýrið um at halda fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta.

Fakfeløgini vísa á orðini í samgonguskjalinum, har tað stendur at aldurstrygdargrunnur skal setast á stovn. 

Biðja um fund við løgmann

Síðani hetta varð kunngjørt, hava nakrar ullintar útsagnir verið frá samgongutinglimum um Samhaldsfasta, skriva tey níggju fakfeløgini.

Feløgini hava hoyrt, at ætlanin er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við almennu pensjónini. Tey biðja tí um fund við løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum, so greiða kann fáast á málinum.

Yvirlýsingin er undirskrivað av Starvsmannafelagnum, Pedagogfelagnum, Lærarafelagnum, Fiskimannafelagnum, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819