Teldusníkar órógvaðu landsinnsavning

Teldusníkar órógvaðu landsinnsavning
Hjálparfelagsskapurin, Reyði Krossur Føroya, var fyri teldusníkaálopi fyrr í hesum mánaðinum
Teldusníkar gjørdu seg herfyri inn á heimasíðuna hjá Reyða Krossi Føroya og gjørdu heimasíðuna óvirkna
 
18.09.2019 - 08:25

Teldusníkar gjørdu seg herfyri inn á heimasíðuna hjá Reyða Krossi Føroya og gjørdu síðuna óvirkna. Málið varð meldað til løgregluna, og serfrøðingar hava arbeitt við, at loysa málið.

Reyði Krossur Føroya skrivar, at hugsandi er, at álopið hevði samband við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum var henda dagin. 

Av tí at kontunummur og aðrir innsavningarmøguleikar eru at síggja á heimasíðuni, er sannlíkt, at álopið hevur forðað fólki í, at lata gávur umvegis heimasíðuna.

Heimasíðan riggar nú aftur, sum vant. Síðani álopið varð framt, er trygdin á heimasíðuni nógv herd fyri, at forða fyri, at slíkt hendir aftur, skrivar Reyði Krossur Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585