Leggja trýst á Boris Johnson

Leggja trýst á Boris Johnson
Leiðararnir í ES krevja nú at fáa eitt uppskot frá bretsku stjórnini um marknaviðurskiftini millum Norðurírland og Írland, tá Bretland fer úr ES
 
19.09.2019 - 08:01

Bretska dagblaðið The Independent skrivar, at evropeisku leiðararnir hava givið Boris Johnson, forsætisráðharra, 12 dagar at koma við einum uppskoti um eina Brexit-avtalu.

Ger hann ikki tað, noyðist Bretland at fara burtur úr ES við ongari avtalu.

Evstamarkið varð sett á einum fundi í París í gjár millum franska forsetan, Emmanuel Macron, og finska forsætisráðharran, Antti Rinne, sum í løtuni stendur á odda fyri ES.

Stúra fyri gongdini

Vit stúra fyri gongdini í Bretlandi í løtuni, tí har valdar ruðuleiki, sigur finski forsætisráðharrin, Antti Rinne.

Toppfundur verður í ES um ein mánað, og tá verður Brexit aftur ovast á breddanum.

Koma bretar ikki við uppskotum, eri eg vísur í, at fleiri evropeiskir leiðarar fara at taka undir við Macron. So er liðugt, segði Antti Rinne.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819