Smyril í vanda fyri at verða lagdur

Smyril í vanda fyri at verða lagdur
Skal Smyril sleppa at sigla aftur eftir dokkingina í Danmark, noyðist løgtingið at játta Strandfaraskipum landsins 3,5 milliónir krónur í morgin
Smyril skal í dokk í Odense í morgin
 
22.09.2019 - 13:13

Smyril fer í dokk í Odense í morgin. Játtaðar eru 26 milliónir í fíggjarlógini 2019 til endamálið. 

Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá klassanum, so skipið kann vera í sigling. Men 26 milliónir krónur eru ov lítið sambært tilboðnum frá donsku skipasmiðjuni.

Kostar meira

Strandfaraskip landins upplýsa, at dokkingin fer at kosta 29,5 milliónir krónur. Um krøvini frá klassanum ikki verða fylgd, kann Smyril verða lagdur, til krøvini eru fylgd. 

So fyri at fáa Smyril aftur til Føroya er neyðugt at játta 3,5 milliónir krónur, siga Strandfaraskip landsins.

Pengarnir, 29,5 milliónir krónur, fara til sjálva dokkingina, tað er at gera neyðugar umvælingar og neyðugt viðlíkahald, og til at leiga avloysaraskip fyri Smyril.

Prince, sum avloysir Smyril, kostar sjey milliónir krónur at leiga. 

Frávik

Jørgen Niclasen sigur, at hann fer at biðja løgtingið um frávik frá tíðarfreistunum, so uppskotið um eykajáttanina kann avgreiðast í morgin.

Hitt uppskotið um eykajáttanarlóg, tað stóra, kemur um eina viku, helst sama dagin, sum uppskotið um fíggarlóg fyri 2020 verður lagt fram.

Tað verður mánadagin 30. september. Landsstýrið hevur ikki gjørt nýtt uppskot um fíggjarlóg, men hevur framskrivað fíggjarlógina fyri 2019.

Broytingarnar verða so gjørdar í Fíggjarnevndini. Tingfundurin í morgin er klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851