Ríkisrættarmál hóttir Donald Trump

Ríkisrættarmál hóttir Donald Trump
Amerikanski forsetin skal hava lagt trýst á ukreinska forsetan fyri at fáa kann at leita upp eitthvørt at brúka ímóti Joe Biden, forsetavalevni
Donald Trump váttaði í gjár, at hann hevur afturhildið umleið 400 milliónir dollarar, ið skuldu verið latnar Ukraina í stuðli
 
25.09.2019 - 10:01

Nancy Pelosi, forkvinna hjá Demokratunum í amerikanska umboðsmannatinginum, boðaði í gjarkvøldið frá, at kanning verður sett verk ímóti Donald Trump, ið kann enda við ríkisrættarmáli.

Hon segði, at ein kanning verður sett í verk, so greiða kann fáast á, um forsetin hevur lagt trýst á foretan í Ukraina.

Í stríð við stjórnarskipanina

Tað skal Donald Trump hava gjørt í eini roynd at seta fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, í ringt ljós, tí Joe Biden er forsetavalevni hjá Demokratunum, og kann koma at kappast við Donald Trump á komandi forsetavalinum.

Nancy Pelosi sigur, at gerðirnar hjá Donald Trump kunnu hava máað grundarlagið undan tjóðartrygdini, og vera í stríð við stjórnarskipanina.

Forsetin má ábyrgdast. Eingin er omanfyri lógina, sigur Nancy Pelosi.

Trump: Eg verði jagstraður

Donald Trump, sum í gjár helt røðu á aðalfundinum hjá Sameindum Tjóðum, vísir atfinningarnar frá sær á Twitter.

Demokratarnir royna tilvitað at oyðileggja og niðurgera arbeiðið á einum so týðandi degi hjá ST við falstíðindum og heksajagstran, skrivar Donald Trump.

Søgan kom undan kavi í síðstu viku, tá The Washington Post skrivaði, at ein varskógvari í Hvítu húsunum hevði hoyrt eina telefonsamrøðu millum Donald Trump og ein útlendskan leiðara.

400 milliónir dollarar afturhildnar

Alt bendir á, at talan er um samrøðuna millum Donald Trump og forsetan í Ukraina, Volodimir Zelenskij, har Donald Trump nú verður ákærdur fyri at hava roynt at fáa til vega tyngjandi upplýsingar um Joe Biden og son hansara.

Sonurin hjá Joe Biden var stýrislimur hjá einum ukrainskum orkufelag meðan Joe Biden var varaforseti hjá Barack Obama.

Donald Trump váttaði í gjár, at hann hevur afturhildið umleið 400 milliónir dollarar, ið skuldu verið latnar Ukraina í stuðli. Men hann sýtir fyri, at tað er fyri at trýsta forsetan í Ukraina í málinum um Joe Biden og sonin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010