Siglast má oftari ella krevst eitt skip aftrat

Siglast má oftari ella krevst eitt skip aftrat
Vinnuvirksemið og tunnilsarbeiðini í Sandoynni gera, at fleiri túrar mugu siglast, um farmamongdin hvønn túrin skal avmarkast
 
25.09.2019 - 13:19

Trýstið á leiðina um Skopunarfjørð økist hvønn dag, so annaðhvørt má Teistin sigla títtari um Skopunarfjørð, ella má eitt annað skip fáast til vega, sum kann flyta farm um fjørðin.

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi og løgtingsmaður, og Gerhard Lognberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, er samdur, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri virkið í Skopun, um nøgdin av farmi um Skopunarfjørð minkar.

Martin Olsen, stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at longu nú eru tey ikki altíð vís í at fáa bingjur við fiski um fjørðin, tí dekkið á Teistanum er fult. Haraftrat er tað fleiri ferðir komið fyri, at bingjur hava bíðað í upp til tveir dagar fyri at koma suður á fiskavirkið.

Farmurin minkar 30 tons hvønn túrin

Frá 1. oktober fer Teistin einans at taka 65 tons av farmi í staðin fyri 95 tons, tá siglt verður um Skopunarfjørð, og tað kemur illa við, tí umframt vinnuliga virksemið verða tveir tunnlar boraðir í Sandoynni, og arbeiðið krevur, at stórir betongbilar regluliga sleppa í oynna.

Brandur Sandoy vísir eisini á, at Sands kommuna hevur gjørt 13 nýggj grundøki. Øll eru umbiðin, og tey fyrstu eru farin at byggja hús.

Nú Brandur er vorðin løgtingsmaður og partur av samgonguni, roynir hann at gera sína ávirkan galdandi fyri at bøta um møguleikarnar hjá fólki og farmi at sleppa um Skopunarfjørð, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585