Keypa seg inn í skotsku alivinnuna

Keypa seg inn í skotsku alivinnuna
Bakkafrost hevur gjørt bindandi sáttmála um at keypa meirilutan í næststørsta alifelagnum í Skotlandi
Bakkafrost ætlar at keypa 133 milliónir og 125.109 partabrøv í skotska partafelagnum The Scottish Salmon Company
 
26.09.2019 - 08:29

Bakkafrost ætlar at keypa seg inn í skotsku alivinnuna. Bakkafrost gjørdi í gjár bindandi sáttmála um at keypa meirilutan, 68,6 prosent, í partafelagnum "The Scottish Salmon Company" frá Northern Link Ltd.

The Scottish Salmon Company er næststørsta alifelagið í Skotlandi. Felagið tekur 30.000 tons av laksi um árið. 

Kostar góðar 2,8 milliardir krónur

Partabrøvini eru keypt í keypsskálanum í Oslo fyri 28 krónur og 25 í norskum krónum fyri partabrævið, tað svarar til 21,25 krónur í okkara pengum.

Bakkafrost ætlar at keypa 133 milliónir og 125.109 partabrøv í skotska felagnum. Keypið kostar góðar 2,8 milliardir krónur. Tað verður fíggjað við reiðum peningi, og Bakkafrost skrivar út sjey milliónir og 328.709 partabrøv. 

Virðið hjá skotska alifelagnum er góðar fýra milliardir og 300 milliónir krónur. The Scottish Salmon Company hevur høvuðssæti í Edinburgh. Aliøkini eru vestan fyri Skotland og á Suðuroyggjunum, Hebridunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585