Bretland leingir kanska limaskapin

Bretland leingir kanska limaskapin
Í Brússel vænta bæði politikarar, embætisfólk og eygleiðarar, at Bretland enn eina ferð fer at biðja ES um at leingja limaskapin
 
27.09.2019 - 15:42

Hetta hóast Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur sagt, at hann heldur loypir í ein kyksenda enn at biðja ES um at leingja limaskapin. Bretland hevur tvær ferðir áður fingið longda freist, og tann seinna gongur út 31. oktober.

Ein diplomatisk kelda sigur tað vera heilt ósannlíkt, at nakað samráðingarúrslit verður klárt at leggja fyri ES toppfundin, sum eftir ætlan verður um einar tvær vikur.

Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, segði í gjár, at marknaspurningurin millum Írland og Norðurírland ikki er loystur, tá umræður at tryggja friðaravtaluna og innara marknaðin í ES.

Ein avtala krevur, at ES vil gera neyðsemjur

Michel Barnier segði, at uppskotini hjá Boris Johnson kravdu, at ES skuldi strika sínar egnu reglur.

Forsætisráðharrin sigur hinvegin, at uppskotini hjá bretsku stjórnini eru meint í álvara, og at ein avtala eisini krevur, at ES vil gera neyðsemjur. Men tað tykist ES ongan hug hava til.

Ein diplomatur sigur um støðuna, at sjálvt um Bretland og ES komu ásamt um eina avtalu, er illa hugsandi, at Undirhúsið, so ósamt, sum tað er, fer at samtykkja nakra avtalu, sum Boris Johnson kemur aftur úr Brússel við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819