Jóhan á Plógv Hansen gjørt sáttmála við Hannover

Jóhan á Plógv Hansen gjørt sáttmála við Hannover
Næsta kappingarár fer føroyingurin á danska landsliðnum at spæla hondbólt í bestu týsku deildini
 
28.09.2019 - 14:29

Fyrr í dag boðaði danska felagið hjá Jóhan á Plógv Hansen frá, at føroyski vongurin hevur gjørt avtalu við útlendskt felag. Nú er greitt, at talan er um týska felagið Hannover.

Tíðin er búgvin til, at eg royni okkurt nýtt og at spæla í Bundesliguni hevur altíð verið ein stórur dreymur hjá mær, sigur Jóhan á Plógv Hansen við danska TV2 Sport.

Sambært sama miðli var tað heildarloysnin, sum gjørdi, at Jóhan á Plógv Hansen tók av tilboðnum frá Hannover.

Týðandi fet á yrkisleiðini

Allur pakkin var tann rætti fyri meg. Alt frá sjálvum býnum til spælitíð. Hetta er eitt tíðandi fet á míni yrkisleið og eg eri fegin um, at avtalan er gjørd, sigur hann.

Áður hava søgur gingið um, at fleiri onnur feløg í Týsklandi fylgdu við menningini hjá Jóhan á Plógv Hansen. Eitt nú stórfelagið Kiel.

Fyri meg er tað umráðandi, at eg spæli regluliga. At koma til Bundesliguna har eg kann spæla eitt sindur og ikki sita so nógv á beinkinum. At kenna seg tryggan í umstøðunum, sum tú ert í, er nakað, sum tænir øllum spælarum, sigur Jóhan á Plógv Hansen sambært TV2 Sport.

Spælt 25 landsdystir fyri Danmark

Við skiftinum til týskan hondbólt vónar Jóhan á Plógv Hansen, at hann av álvara fær bitið seg fastan á danska landsliðnum, har hann higartil hevur spælt 25 landsdystir.

Jóhan á Plógv Hansen er 25 ára gamal og hevur fingið sína hondbóltsuppaling í Kyndli, áðrenn hann flutti til Danmarkar og fór at spæla hondbólt við Skanderborg Håndbold í 2010.

Í 2015 gjørdi hann sáttmála við Bjerringbro-Silkeborg Håndbold, sum hann altso hevur spælt við síðani. Men næsta kappingarár gongur leiðin altso til Týsklands og Hannover. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628