Tvíheldur um Brexit-ætlanir

Tvíheldur um Brexit-ætlanir
Bretland fer úr ES 31. oktober, sama um ein avtala fæst í lag ella ikki
Boris Johnson tvíheldur um, at Bretland fer úr ES 31. oktober
 
02.10.2019 - 17:13

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, tvíheldur um, at Bretland fer úr ES 31. oktober, sama um ein avtala fæst í lag ella ikki

Tað gjørdi Boris Johnson greitt, tá hann helt røðu á landsfundinum í konservativa flokkinum í Manchester.

Forsætisráðharrin sigur, at stjórnin fer at kunngera eina nýggja ætlan um Brexit, men hann ger samstundis greitt, at ongar ætlanir eru um at biðja ES leingja freistina fyri Brexit.

 >> SÍ EISINI Johnson avdúkar skjótt Brexit-ætlan

Vit fara at arbeiða fyri at fáa eina avtalu í lag við vinir okkara í ES, men sama hvat úrslitið verður, fara vit úr samveldinum seinast í hesum mánaðinum, segði Boris Johnson.

Uppskotið um avtalu er endaliga tilboðið til ES, sigur forsætisráðharrin.

Stjórnin hevur upplýst, at uppskotið verður sent til Brússel beint eftir, at Boris Johnson hevur hildið røðu sína á landsfundinum hjá konservativa flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652