ES-revsitollur fer at raka búskapin

ES-revsitollur fer at raka búskapin
USA fer nú at innføra toll uppá hundraðtals vørur úr ES-londum
 
03.10.2019 - 07:57

Umsitingin hjá Donaldi Trump, forseta USA, boðaði ígjár frá, at tollur verður lagdur á innfluttar vørur úr ES, eitt nú whisky, franskt vín, ost, týska ull og spanskar oliven.

Orsøkin er, at USA í áralangum stríði hevur fingið viðhald í kæru síni um, at flogverksmiðjan, Airbus, fær stuðul frá ES. 

Heimshandilsfelagsskapurin, WTO, kunngjørdi í mai endaligu niðurstøðu sína, at ES-stuðulin til Airbus hevur skatt amerikanska kappingarneytan, Boeing.

Stuðulin er veittur sum bílig lán til flogverksmiðjuna, og hevur, sambært WTO, verið ólógligur.

Revsitollur uppá hundraðtals vørur

Ein gerðarrættur sigur, at USA kann svara aftur við at leggja revsitoll upp í 100 prosent á innfluting úr ES fyri 7,5 milliardir dollarar um árið.

Tað svarar til góðar 51,2 milliardir krónur í dag. Tað er nógv lægri enn kravið frá USA, sum var 11,2 milliardir dollarar, tað svarar til 75 milliardir krónur.

USA fer, sambært Reuters, longu 18. oktober at leggja nýggjan toll á fleiri hundrað vørur, sum eru framleiddar í ES, sigur kelda í umsitingini hjá Trump. 

ES fer at svara aftur

Millum annað verður tosað um 10 prosent uppá flogfør og 25 prosent uppá fleiri aðrar vørur. Trump hevur fyrr verið ónøgdur við fleiri landbúnaðarvørur, sum nú verða raktar

Millum annað franskt vín, men eisini ostur úr so at siga øllum londum í ES, spanskar oliven, bretskt, skotskt og írskt whisky og ull, og eisini amboð og kaffi úr Týsklandi.

Revsitollurin verður strikaður, tá stuðulin til Airbus steðgar. ES hevur frammanundan sagt, at samveldið fer at verja síni áhugamál og svara aftur, um amerikanarar seta í verk revsitoll.

Rakar amerikanska búskapin

Evropa hevur vunnið líknandi mál í WTO um stuðul til Boeing, men enn er eingin avgerð tikin um møgulig revsitiltøk.

Airbus sigur, at amerikonsk revsitiltøk raka amerikanska búskapin, íroknað flogfeløg, ferðafólk og amerikanskar arbeiðstakarar og undirveitarar. 

Allur loftferðsluídnaðurin í heiminum verður raktur, sigur stjórin í Airbus, Guillaume Faury.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858