Trump: Kina skal eisini kanna Biden

Trump: Kina skal eisini kanna Biden
Amerikanski forsetin vil hava kinesiska forsetan at kanna fyrrverandi varaforsetan í USA
Donald Trump heitt herfyri á ukrainska forsetan um at finna upplýsingar, sum kunnu dálka Joe Biden (myndin) og son hansara
Mynd: AP  
 
04.10.2019 - 08:31

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil nú eisini hava kinesiska forsetan, Xi Jinping, at kanna fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden.

Herfyri kom undan kavi, at Trump hevur heitt á ukrainska forsetan, Zelinskij, um at finna upplýsingar, sum kunnu dálka Joe Biden og son hansara. Nú heitir amerikanski forsetin eisini á Kina um at kanna feðgarnar.

Donald Trump vísir til ein fund, sum Hunter Biden eftir øllum at døma hevur havt við ein kinesiskan handilsmann í 2013 á eini vitjan í Kina, sum Joe Biden, táverandi varaforseti, fekk í lag.

Trump: Undirhondsavtalur gjørdar

Trump vil vera við, at á fundinum vórðu gjørdar undirhondsavtalur, sum góvu Hunter Biden ein nevndarsess í einum grunni. Tað hava bæði Joe og Hunter Biden víst aftur.

Joe Biden roynir í løtuni at gerast valevni hjá demokratunum til forsetavalið í USA næsta ár. 

Tá Trump hitti tíðindafólk í gjár, varð hann spurdur, um hann hevur biðið kinesiska starvsbróður sín, XI Jinping, um at kanna Biden-húskið.

 >> SÍ EISINI Ríkisrættarmál hóttir Donald Trump

Kinesiski forsetin svaraði, at tað hevur hann ikki gjørt enn, men tað er væl hugsandi, at hann fer at gera tað.

Ein varskógvari boðaði frá telefonsamrøðuni millum Trump og Zelinskij, og tað hevur fingið demokratarnar í kongressini at taka stig til at fara undir eitt ríkisrættarmál móti amerikanska forsetanum. 

Adam Schiff, sum er formaður í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, sigur við tíðindastovuna AP, forsetin brýtur eiðin, sum hann gav, tá hann tók við sum forseti, við at biðja Kina um at kanna Joe Biden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672