Lógaruppskot um fólkapensjón sent fakfeløgum

Lógaruppskot um fólkapensjón sent fakfeløgum
Fakfeløg og landsstýrið havt fund um Samhaldsfasta
Øll 67 ár ella eldri fáa pengar úr Samhaldsfasta.
 
08.10.2019 - 12:33

Løgmaður var ikki við á fundinum í gjár, sum fakfelagsfólk høvdu við landsstýrið um Samhaldsfasta.

Tað høvdu feløgini annars biðið um.

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, vóru á fundinum.

Níggju fakfeløg hava í yvirlýsing gjørt vart við, at arbeiðsmarknaðurin eigur Samhaldsfasta, og at politikararnir skulu lata hann fáa frið.

Í samgonguskjalinum stendur, at aldurstrygdargrunnur skal setast á stovn, og fólkapensjónistar skulu fáa tvey útgjøld og ikki trý sum nú.

Stúra fyri Samhaldsfasta

Fakfeløg stúra fyri, at landsstýrið tekur Samhaldsfasta við í hesa broytingina. 

Fakfeløgini søgdu í yvirlýsing 18.september, at tey hoyrdu, at ætlanin er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við almennu pensjónini.

Á fundinum í gjár fingu fakfelagsfólkini at vita, at landsstýrið kemur við lógaruppskoti um pensjónirnar, sum hevur samband við fíggjarlógina, og at fakfeløgini fáa uppskotið til hoyringar.

Annars hevur landsstýrið avsannað, at tað ætlar at taka Samhaldsfasta.

Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki gjørt vart við seg í hesum máli.  Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at tey hava ikki viðgjørt málið.

Tey vita ikki enn, hvat landsstýrið ætlar ítøkiliga at gera.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628