Innrásin í Sýria er byrjað

Innrásin í Sýria er byrjað
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, boðar nú frá, at turkiskar deildir nú gera innrás í landnyrðingspartin í Sýria
 
09.10.2019 - 14:48

Erdogan skrivar á Twitter, at vápnaðar herdeildir eru saman við sýriskum deildum farnar í herna móti forbodna turkiska arbeiðaraflokkinum, PKK, kurdiska felagsskapinum, YPG, og yvirgangsfelagsskapinum, IS.

Endamálið er at oyðileggja yvirgangsgeilina, sum verður grundløgd á syðra markinum hjá okkum, og fyri at fáa frið í økinum, skrivar forsetin á Twitter.

Spreingingar hoyrast

Sjónvarpsrásin, CNN Türk, sigur at spreingingar eru at hoyra við býin Ras al Ain, sum er sýrisku megin markið. Flogfør hoyrast eisini í luftini.

Erdogan hevur sagt, at hann fer at gera trygdargeira í landnyrðingspartinum í Sýria, so at sýrisk flóttafólk í Turkalandi kunnu sleppa heimaftur.

Kurdiskar uppreistrardeildir, sum hava valdið í hesum øki, eru sameindar hjá USA, og eiga stóran part av æruni fyri, at yvirgangsfelagsskpaurin, IS, er bardur niður. Turkaland sigur, at kurdisku uppreistrardeildirnar eru yvirgangsbólkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584