- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sami skattur á Tvøroyri
Sami skattur á Tvøroyri
Á eykabýráðsfundi á Tvøroyri í gjár varð samtykt at hava sama skattaprosent næsta ár sum í ár
10.10.2019 - 15:19
Skattaprosentið er 20,9 prosent Barnafrádrátturin verður eisini tann sami, 7.000 krónur fyri barnið.
Partafelagsskatturin á Tvøroyri verður mettur til tvær milliónir krónur næsta ár, tað sama sum í ár.
Til 1. oktober hevði Tvøroyrar kommuna fingið góðar 700.000 krónur meira í fyribilsskatti enn í fjør. Vøksturin er umleið 1,6 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV