Sterka støðan hjá Huawei "órógvar" Washington

Sterka støðan hjá Huawei "órógvar" Washington
USA umhugsar at veita Nokia og Ericsson fíggjarligan stuðul sum eina roynd at ávirka sterku støðuna hjá Huawei innan 5G-netverkið
Huawei hóttir trygdina hjá USA og tess sameindu, heldur USA
 
10.10.2019 - 08:43

Tað skrivar bretska blaðið Financial Times. USA heldur, sambært bretska blaðnum, at Huawei er vandi fyri trygdina hjá USA og tess sameindu.

Eitt uppskot frá umsitingini hjá Trump er, at veita Nokia og Ericsson lagalig lán, og á tann hátt kunnu fyritøkurnar bjóða sínum viðskiftafólkum somu gjaldstreytir, sum Huawei bjóðar sínum. 

Financial Times hevur upplýsingarnar frá ónevndum keldum. Nokia og Ericsson hava higartil ikki viðmerkt tíðindini. Sambært Financial Times fær Huawei tvær milliardir dollarar í lagaligum lánum frá kinesiskum bankum. 

USA í truplari støðu

Mikael Rautanen, greinari hjá fyritøkuni Inderes, sigur í samrøðu við finska kringvarpið, YLE, at USA er í truplari støðu í alheims valdsstríðnum um 5G-tøkni, tí landið hevur ikki sína egnu fyritøku, sum mennir slík netverk. 

Og tað er helst orsøkin til, at USA sum alternativ vil stuðla evropeisku fyritøkunum, sigur Rautanen.

Amerikanska stjórnin umhugsar eisini at stovna fyritøku í USA, sum skal framleiða útgerð til telesamskifti, men sambært risafyritøkunum Oracle og Cisco verður tað dýrt og tíðarkrevjandi.

Stúra fyri, at tøknin kann brúkast til njósning

Sambært blaðnum kann tað henda, at USA fer at játta hundraðtals millliónir dollarar til smáar internetveitarar, sum longu brúka Huawei, og fáa teir at skifta til amerikanska tøkni ella tøkni frá øðrum londum í Vesturheiminum.

USA stúrir fyri, at tøknin hjá Huawei kann brúkast til eftirlit og njósning, og at týðandi fartelefonnet kunnu gerast óvirkin, um kríggj brestur á millum lond í Vesturheiminum og Kina.

Rautanen sigur, at stríðið um at vera fremstur í kappingini um næstu útgávu av netverkstøkni er partur av handilósemjuni millum USA og Kina. 

USA slakar nú

– 5G-undirstøðukervið hevur alt at siga fyri trygdina hjá statinum. Og tað er nakað, sum tú gerst meira og meira varugur við í ríkisumsitingini, sigur Mikael Rautanen. 

Hann minnir tó á, at eingi prógv eru fyri, at Huawei-undirstøðukervið og útgerð hevur verið brúkt til njósning, skrivar finska kringvarpið, YLE.

New York Times skrivar í dag, at Trump nú slakar í forboðnum móti Huawei, og loyvir nú amerikonskum fyritøkum at selja Huawai eitt lítið úrval av "ikki-sensitivum" vørum.

Huawai svartlistað í USA

Í mai kom Huawei á svartalista hjá amerikonskum myndugleikum, sum halda, at felagið er til vanda fyri landsins trygd. Huawei hevur víst hesum aftur. 

Bannið ger, at Huawei ikki kann keypa lutir og fáa tøknifrøðiligar dagføringar frá feløgum sum Google og Micron uttan at søkja amerikonsku stjórnna um góðkenning.

Men bannið er ikki komið alment í gildi, tí umsitingin hevur givið fyritøkum, sum eru veitarar hjá Huawei, betri tíð at finna ðarar loysnir. Nýggja freistin er 19. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819