Uppskotið um eykajáttanarlóg avgreitt í dag

10.10.2019 - 13:46
AktueltPolitikkur
Uppskotið um eykajáttanarlóg avgreitt í dag
Løgtingið samtykti fyrrapartin at víkja frá tíðarfreistunum
 

Tingfundur varð tí settur at vera klokkan eitt, tá onnur viðgerð verður. Álitið hjá Fíggjarnevndini varð lagt fram fyrrapartin.

Meirilutin í nevndini, samgongan, tekur undir við uppskotinum, men hevur tó onkrar viðmerkingar. Meirilutin leggur millum annað dent á, at eykajáttanir sum meginregla skulu vera útreiðslunoytralar. 

Og meirilutin vil ikki játta 335.000 krónur til Uttanríkis- og mentamálaráðið, tí ein partur er fluttur, og til Yrkisútbúgvingarskrivstovuna í sambandi við trípartasemju millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløg.

Fíggjarnevndin fekk at vita, at pengar eru í aðalráðnum, sigur meirilutin. Minnilutin, andstøðan, mælir rætt og slætt landsstýrinum til at taka uppskotið aftur og koma við nýggjum uppskoti um eykajáttanir, sum er grundað á ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558