IS-fangar fluttir úr Sýria

IS-fangar fluttir úr Sýria
Tveir av yvirgangsmonnunum í yvirgangsfelagsskapinum, IS, sum hava sitið í kurdiskari fangalegu í Norðursýria, eru fluttir til eitt trygt stað
 
12.10.2019 - 17:20

Teir eru nú í einum staðið, sum USA hevur valdið á, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump. Yvirgangsmenninar hava kurdarnir havt sitandi hálvtannað ár. 

At yvirgangsmenninir eru fluttir, hevur beinleiðis samband við, at Turkaland er farið inn í Sýria at taka land frá kurdum fyri at gera ein trygdargeira á markinum millum Turkaland og Sýria. 

Teir báðir yvirgangsmenninir gjørdust víðakendir saman við tveimum øðrum undir navninum "the Beatles", tí teir tosaðu væl enskt. Hesir fýra píndu og drupu vesturlendskar fangar í Sýria, teirra millum amerikanska journalistin, James Foley, sum varð dripin í 2014. Summi dráp vóru tikin upp á video og løgd út á netið.

Árið eftir - í 2015 - doyði ein av yvirgangsmonnunum, Mohammed Emwazi - nevndur Jihadi-John, í einum amerikanskum álopi og ein annar, Aine Davis, er fongslaður í Turkalandi.

New York Times skrivar, at amerikanskir myndugleikar fyrireika at flyta teir báðar, sum hava sitið í kurdiskum fongsli, til rættarsókn í USA. 

Yvirgangsmenninir eru bretskir ríkisborgarar, men bretskir innanríkisráðharrar hava ikki viljað latið USA próvtilfar ímóti teimum uttan fyrst at fáa trygd fyri, at teir sleppa undan deyðarevsing. Ta avgerðina broytti bretski innanríkisráðharrin, Sajid Javid, tá hann tók við sum innanríkisráðharri í fjør. Hann sendi 600 vitnisfrágreiðingar til USA uttan fyrst at tryggja sær, at deyðarevsing ikki fór at verða brúkt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585