Fýra deyð í skottilburði í New York

Fýra deyð í skottilburði í New York
Løgrelgan í Brooklyn í New York fekk fráboðanina stutt  fyri kl. 7 í morgun lokala tíð
 
12.10.2019 - 17:12

Løgreglan fann fýra fólk deyð á staðnum, meðan ein kvinna og tveir menn høvdu fingið skaða. Tey eru tó ikki í lívsvanda.

CNN skrivar, at skottilburðurin hendi uttanfyri eina ólógliga spælimiðstøð. 

Sambært New York Post eru tvey fólk tikin við á løgreglustøðina til avhoyringar. 

CNN sigur, at eingin er handtikin enn, men løgreglan hevur funnið tveir 9mm revolvarar á staðnum. Inni á ólógligu spælimiðstøðini fann løgreglan eisini terningar og spælikort.

Tað er enn ógreitt, hvat er hent, skrivar AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652