Lógaruppskot um sjófeingi farið til hoyringar

Lógaruppskot um sjófeingi farið til hoyringar
Nýggja samgongan er nú klár við lógaruppskotinum um sjófeingi, og uppskotið er farið til hoyringar
 
12.10.2019 - 17:18

Fiskivinnuráðið kemur saman fyrst í næstuviku at viðgera tað.

Uppskotið hevur allar tær broytingar, sum samgongan er samd um at fremja. 

Lógaruppskotið snýr seg um gildistíð fyri fiskirættindi,
- hvussu landið útlutar fiskirættindi, herundir at avtaka ásetingarnar um uppsboðssøluna í galdandi lóg, 
- at fiskirættindi frameftir vera knýtt at skipinum, 
- at linka treytirnar um útlendskan kapital og eigaraskap, 
- linka reglurnar um umsetiligheit, brúksskyldu, fiskidagaskipan og kravið um føroyskan kaikant.

Ætlanin er, at nýggja lógin skal koma í gildi á nýggjárinum.

Lógaruppskotið kann lesast á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, fisk.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652