Stórur áhugi fyri grundstykkjum

Stórur áhugi fyri grundstykkjum
Eiðis kommuna umhugsar at keypa meira jørð, ið skal brúkast til kommunalar útstykkingar
Eiðis kommuna keypti herfyri lendi, ið skal útstykkjast til kommunal grundstykki
 
12.10.2019 - 17:08

Stórur áhugi tykist vera fyri grundstykkjum á Eiði. Eiðis kommuna keypti herfyri jørð, ið nú skal stykkjast út til fimm kommunal grundstykki.

Kommunan heitti í summar á fólk, sum vóru áhugað í grundstykkjunum, um, at skriva seg upp. Tá freistin var úti týsdagin, høvdu tíggju fólk skrivað seg upp.

Hava fingið staðfest eftirspurningin

Nú hava vit so fingið staðfest eftirspurningin eftir grundstykkjum í kommununi, sigur Jógvan í Skorini, borgarastjóri á Eiði, við útvarpið.

Stóri áhugin fyri grundstykkjunum ger, at kommunan í næstum væntandi eisini fer at keypa meira jørð, ið skal stykkjast út til grundstykki.

Undirtøka tykist vera í bygdaráðnum fyri, at keypa meira jørð, so vit kunnu bjóða nøkur grundstykki afturat, sigur Jógvan í Skorini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585