USA: Kevin McAleenan fer úr starvi

12.10.2019 - 12:45
AktueltÚtheimurin
USA: Kevin McAleenan fer úr starvi
Hann er fjórði persónur, sum hevur verið leiðari fyri Homeland Security meðan Trump hevur verið forseti
Mynd: AP-tíðindastovan  
 

Stjórin fyri innanlandstrygd í USA, Kevin McAleenan, hevur sagt seg úr starvi eftir bara seks mánaðir í sessinum. Tað skrivar BBC.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar á Twitter, at McAleenan vil brúka meira tíð saman við familjuni, og at eftirmaður hansara verður kunngjørdur í næstu viku. 

McAleenan er 48 ára gamal, og er fjórði persónur, sum hevur verið leiðari fyri Homeland Security meðan Trump hevur verið forseti. McAleenan hevur havt eftirlit við avgjørda politikkinum hjá Trump í sambandi við at minka talið av tilflytarum sum koma um meksikanska markið. 

Greinarar siga, at samskiftið millum Trump og McAleenan hevur verið stirvið, og McAleenan hevur funnist at tónanum í kjakinum um tilflytarar.

Trump skrivar á Twitter, at McAleenan hevur gjørt sítt arbeiði til lýtar. 

McAleenan tók við sum stjóri fyri Homeland Security í apríl eftir Kirstjin Nielsen. Trump legði hana undir ikki at verða nóg hørð til at hava eftirlit við tilflytarum.

Funnist hevur verið at McAleenan fyri at verða ov avgjørdur og fremja null-tolerancu-politikkin hjá Trump fyri tilflytarar, tí familjur fóru í tvíningar við syðra landamarkið í USA. Men McAleenan helt fast og segði, at deildin fyri Innanlandstrygd hevur skyldu at halda lógina, - og ikki at gera lógina.

Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði blaðið Washington Post at McAleenan er vorðin alsamt meiri avbyrgdur  í Trump-umsitingini av øðrum meiri harðmæltum stuðlum hjá Trump forseta, skrivar BBC.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. januar
RagnarRokk 21.januar 2021
119127
Hósdag 21. januar
Hanus Kamban er gestur í Dansivali (2:2)
119140
Hósdag 21. januar
Breddin
119254
Hósdag 21. januar
Mono
119237
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. januar
Millum heimsins bestu bodybuildarar
119256
Mikudag 20. januar
Jørðin II 1 - Oyggjar
119181
Mánadag 18. januar
3-2
119108
Sunnudag 17. januar
Andakt við Jens Bech
119046