Yvirflóð í vatngoymslunum

Yvirflóð í vatngoymslunum
Tað hevur regnað so nógv í seinastuni, at vatngoymslurnar hjá SEV fyrr í vikuni fyltust - og væl meira enn tað
Nógva regnið síðstu dagarnar ger, at tað flýtur yvir í vatnbyrgingunum hjá SEV
Mynd: SEV  
 
12.10.2019 - 16:19

Teir síðstu dagarnar er so nógv avfall komið niður í Føroyum, at yvirflóð hevur verið í vatnbyrgingum hjá SEV, sigur elfelagið á heimasíðuni.

Hetta er aðru ferð í ár, at tað hevur regnað so illani, at vatn er flotið yvir í vatngoymslunum, hóast turbinurnar hava arbeitta av fullari megi.

Fyrru ferð, tað fleyt yvir í vatngoymslunum í ár, var í februar. Nógva regnið hesar síðstu dagarnar sæst eisini aftur í el-framleiðsluni.

Hósdagin stavaði 60 prosent av streymframleiðsluni hjá SEV frá vatnorku, í gjár var talið 69 prosent og í dag somuleiðis 69 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819