Mótmælini í Hong Kong halda fram

Mótmælini í Hong Kong halda fram
Aftur í dag brustu mótmælisfólk og løgreglan saman í Hong Kong, og mótmælini gerast ógvusligari og ógvusligari
 
13.10.2019 - 16:56

Fólk savnaðust aftur í Hong Kong í dag at mótmæla. Mótmælisfólkini og løgreglan brustu saman ymsa staðni í býnum í dag og inni í handilsmiðstøðini, New Town Plaza. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Mótmælini byrjaðu friðarliga á middegi lokala tíð, men síðani eru fleiri fólk løgd afturat gjøgnum dagin, og mótmælisfólkini hava avbyrgt vegir, metro støðir og gjørt herverk á handlar. 

Løgreglan sigur, at mótmælisfólkini hava kastað múrsteinar og bensinbumbur eftir løgregluni. Løgreglan hevur handtikið nøkur fólk og brúkt táragass.

Fólk, sum vóru til handils gjørdust bangin, tá løgreglan brast inn í handilsmiðstøðina í dag, og nøkur komu til skaða.

Fólkini í handilsmiðstøðini stuðlaðu mótmælisfólkunum, og fleiri og fleiri venda sær í móti løgregluni, tí tey halda, at hon er ov ógvuslig í handfaringini av mótmælisfólkunum.

Tey siga, at Hong Kong líkist einum løgreglustati, har løgreglan nýtir sítt vald til at kúga íbúgvarnar.

Mótmælini byrjaðu fyri fleiri mánaðum síðani og snúgva seg nú um demokrati og sosialan ójavna.

Hong Kong hevur afturgongd orsakað av mótmælunum, serliga ferðavinnan og smásøla ávirkast av tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584