Puigdemont skal handtakast

Puigdemont skal handtakast
Hægstirættur í Spania hevur givið boð um at handtaka Carles Puigdemont. Boðini komu í dag
 
14.10.2019 - 16:27

Carles Puigdemont er fyrrverandi forseti í Katalonia, og í 2017 stóð hann á odda fyri sponsku stjórnini í Katalonia, sum royndi at loysa frá restini av Spania. Boð eru fyrr givin um at handtaka Puigdemont, men boðini vórðu ógildað í 2018.

Handtøkuboðini í dag koma eftir at fleiri katalonskir uppreistrarleiðarar í dag eru dømdir millum níggju og 13 ára fongsulsrevsing fyri at hava eggjað til uppreistur í sambandi við fólkaatkvøðuna um loysing í Katalonia í 2017.

Millum tey dømdu er fyrrverandi varaforsetin, Oriol Jun-queras. Hann er dømdur 13 ára fongsulsrevsing. Tilsamans fingu 12 fólk dóm, men trý fingu ikki fongsulsrevsing. Øll noktaðu seg sek.

Fyrrverandi katalonski forsetin, Carles Puigdemont, sum er í útlegd í Belgia, sigur, at dómarnir eru skemdargerð.

- 100 ára fongsul tilsamans. Hetta er skemdargerð. Tíðin er komin, at vit taka stig til frama fyri døtur og synir okkara, fyri fólkaræðið og fyri Evropa, skrivar Puigdemont á Twitter.  

Spanski grundlógardómstólurin segði, at fólkaatkvøðan um loysing í oktober 2017 var ólóglig, og spanska stjórnin sendi 10.000 hermenn til Katalonia at forða fyri, at valið varð hildið.

Carles Puigdemont, sum var forseti í Katalonia, flýddi í oktober í 2017 úr Spania. Hann býr nú í Belgia. Spanskir myndugleikar hava roynt at fáa hann útflýggjaðan, men tá ein týskur dómstólur vísti aftur at útflýggja Puigdemont til Spania til rættarsókn fyri uppreistur, tók Spania boðini um handtøkuna aftur í 2018. Men nú eru nú hevur Hægstirættur í Spania aftur givið boð um at handtaka Puigdemont.

Í dag hava samanbretstir verið millum mótmælisfólk og løgreglu á flogvøllinum í Barcelona, eftir at teir nýggju fyrrverandi uppreistrarleiðararnir í spanska Katalonia eru dømdir. Spanska hevur løgreglan sent 1.800 løgreglufólk aftrat til Katalonia. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819