Dupult so stórt avkast í Danmark sum í Føroyum

Dupult so stórt avkast í Danmark sum í Føroyum
Frá 2014 til 2018 fingu føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir í miðal bara helvtina so nógv fyri sínar íløgur sum tey donsku
Fólk fáa meira fyri at spara upp til eftirløn í Danmark
 
15.10.2019 - 12:42

Frá 2014 til 2018 fingu føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir í miðal bara helvtina so nógv fyri sínar íløgur sum feløgini og grunnarnir í Danmark fingu. 

Tryggingareftirlitið hevur kannað árliga íløguavkastið. Úrslitið er, at hjá teimum føroysku feløgunum var avkastið í miðal 2,6 prosent, í Danmark var tað 5,2 prosent.

Tryggingareftirlitið sigur, at í fjør var fall á partabrævamarknaðinum, sum gjørdi, at føroysku feløgini høvdu minus 1,5 prosent í avkasti, men avkastið hjá donsku feløgunum var minus 1,8 prosent.

Ein orsøk til lægra íløguavkastið hjá føroysku feløgunum 2014 - 2018 er, at føroysku feløgini hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkreditlánsbrøv.

Partabrøv og fastognir

Donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv og í grundir og bygningar, sigur Tryggingareftirlitið. Eftirlitið sigur, at lutfalsliga stórur munur er á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum.

Tryggingareftirlitið sigur, at avkastið av íløgunum hevur sum frá líður nógv at siga fyri tey, sum spara saman til eftirløn.

Eitt dømi er, at tann, sum tjenar 30.000 krónur um mánaðin og rindar 15 prosent í eftirløn, gevur árligt avkast, sum er 2,6 prosent, 2,3 milliónir krónur.

Er avkastið 5,2 prosent, er samansparda eftirlønin 4,3 milliónir krónur, tá spart er saman í 40 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887