Brexit-avtala fingin í lag

Brexit-avtala fingin í lag
ES og Bretland hava fingið eina avtalu í lag um Brexit. Tað skriva bæði Jean-Claude Juncker og Boris Johnson á Twitter
 
17.10.2019 - 11:04

Hetta er ein rímilig avtala við javnvág fyri bæði ES og Stórabretland, og hon vitnar um okkara vilja til at finna eina loysn, sigur ES-nevndarformaðurin.

Jean-Claude Juncker, ES-nevndarformaður, viðmælir ES til, at góðkenna avtaluna á toppfundinum, sum verður í Brússel í dag.

Vit hava fingið eina frálíka avtalu í lag, sum tryggjar okkum tamarhald. Nú átti Parlamentið at fullført Brexit leygardagin, so vit kunnu flyta okkum til onnur mál, skrivar Boris Johnson.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

 

Norðurírski stuðulsflokkurin hjá teimum konservativu, DUP, boða frá, at flokkurin framvegis ikki kann taka undir við avtaluni í verandi líki. Tað eru fleiri viðurskifti, sum stuðulsflokkurin ikki kann taka undir við. Millum annað toll- og MVG-viðurskifti.

Avtalan hjá Boris Johnson er treytað av, at ein loysn verður funnin viðvíkjandi markinum millum Norðurírland og Írland. Theresa May fekk ikki undirtøku fyri sokallaðu 'backstop' loysnini fyrr í ár. 

Nýggja uppskotið hjá forsætisráðharranum hevði merkt, at Norðurírland fær aðrar treytir enn restin av Bretlandi, og tað er millum annað hetta, sum DUP er stúrin um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585