Grov mistøk í kanningararbeiðnum

Grov mistøk í kanningararbeiðnum
 
18.10.2019 - 18:22

Tvey ár eru liðin síðani maltesiski journalisturin, Dahpne Caruana Galizia, varð dripin av eini bilbumbu. Nú siga umboð fyri Evroparáðið, at løgreglukanningarnar fóru ikki rætt fram.

Daphne Caruana Galizia arbeiddi sum gravandi journalistur, og varð kend fyri at avdúka politiska korruptión.

Tríggir menn handtiknir

Eftir at hon varð myrd uttanfyri heim sítt 16. oktober 2017, vórðu tríggir menn handtiknir - undir illgruna fyri at hava ábyrgdina av bumbuspreingingini. Men illgruni er um, at onkur annar hevði bílagt drápið.

Pieter Omtzigt, tingmaður í niðurlendska parlamentinum, fekk í fjør vegna Europaráðið ábyrgdina av at hava eftirlit við kanningararbeiðnum. Í Evroparáðnum sita umboð fyri 42 lond.

Nú sigur Omtzigt, at hann er ikki tryggur við kanningarnar, tí myndugleikarnir í Malta kanska hava vrakað prógv, sum kundu havt víst slóð til teir, sum bíløgdu morðið.

Halda ikki lyftini

Løgreglufólkini gera kanska arbeiði til lýtar, men løgregludeildin sum heild og politikarar, sum hava ábyrgdina av hesum øki, halda ikki lyftið hjá forsætisráðharranum um, at hvør steinum skal vendast, sigur Pieter Omtzigt við bretska blaðið The Guardian.

Ein av gerningsmonnunum, sum illgruni er til, hevur tosað við løgregluna og vissaði um, at ein millummaður var. Og eitt av mistøkunum, sum Pieter Omtzigt hevur staðfest er, at løgreglan ikki gjørdi avtalu við mannin, sum tosaði við løgregluna.

Eg stúri fyri, at myndugleikarnir hava mist prógv, sum kundu beint løgregluna til tann, sum bílegði morðið. Eg stúri eisini fyri, at hvørki hesin maðurin, sakførari hansara ella nakar annar - írokna millummaðurin, hava fingið nóg góða verju, sigur Pieter Omtzigt við The Guardian.

Vísir á mistøk í kanningararbeiðnum

Omtzigt vísir eisini á mistøk í kanningararbeiðnum, millum annað hevur táverðandi stjóranum í Europol kært maltesisku løgregluna, tí hon ikki vildi samstarva við Europol í kanningararbeiðnum.

Eftirlitsarbeiðið hjá Omtzigt í sambandi við drápsmálið í Malta hevur fingið forsætisráðharan í Malta at finnast at Omtzigt, og eftir ráðum frá niðurlendsku fregnartænastuni, hevði Omtzigt sivilar lívverjar við sær, tá hann var í Malta. 

Hvørki løgreglan ella forsætisráðharrin í Malta vilja gera viðmerking, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012