Lagnudagur í London í dag

Lagnudagur í London í dag
Bretska tingið skal atkvøða um Brexit-avtaluna, sum Boris Johnson hevur samráðst seg til við ES. Verður avtalan vrakað, leggur Boris Johnson frá sær
 
19.10.2019 - 12:26

Klokkan hálvgum 10 varð Bretska tingið sett við tí dagskrá, at tingið skal atkvøða um uppskotið um Brexit, sum Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur samráðst seg til við ES.

Hetta er fyrstu ferð í 36 ár, at tingfundur verður settur í undirhúsinum ein leygardag. Seinast tað hendi var undir Falklandskrígnum. 

Semja er millum bretsku stjórnina og ES um hesa Brexit-avtalu, men tað er bretska tingið, sum eigur seinasta orðið.

Tingið vrakaði uppskotið hjá Theresy May, og tað verður væntað, at Boris Johnson, forsætisráðharri, legguri frá sær, um hetta uppskotið eisini verður vrakað. 

BBC væntar, at orðaskifti um avtaluna heldur á til umleið klokkan hálvgum tvey seinnapartin, og tá verður so atkvøtt um uppskotið. 

Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar hava alment sagt, at tað vera ikki fleiri uppskot og útsetingar.

Verður uppskotið vrakað, so er ivasamt hvat hendir. Bretska tingið samtykti fyri kortum, at forsætisráðharrin skal heita á ES um at fáa eina útseting, um uppskotið verður vrakað. Tað er tó ivasamt, um Boris Johnsson er sinnaður at gera hetta - ella um hann leggur frá sær. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585