Skrivaði ikki undir áheitan um at útseta Brexit

20.10.2019 - 09:48
Aktuelt
Skrivaði ikki undir áheitan um at útseta Brexit
Tað stríðir ímóti áhugamálunum hjá bretsku stjórnini, sigur Boris Johnson, forsætisráðharri
 

ES hevur fingið eina formliga umbøn um at útseta Brexit, men Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi sigur, at umbønin stríðir ímóti áhugamálunum hjá sær og allari stjórnini. 

Forsetin í ES, Donald Tusk, váttar, at hann hevur fingið áheitanina frá Boris Johnson. Tusk skrivar á Twitter, at hann fer nú at tosa við leiðararnar í ES-londunum um, hvat næsti leikur skal vera.

Boris Johnson vildi ikki skriva undir brævið, har biðið verður um at útseta Brexit einaferð aftrat.

Noyddur at senda umbøn

Forsætisráðharrin sigur í einum øðrum brævi til Donald Tusk, at hann varð noyddur at biðja um at útseta Brexit, hóast hann og stjórn hansara eru ímóti.

Í brævinum til ES-forsetan skrivar Boris Johnson m.a.:

- Eg havi gjørt greitt, síðani eg tók við sum forsætisráðharri, og aftur í parlamentinum í dag, at verður Brexit útsett einaferð aftrat, fer tað at skaða viðurskiftini millum Bretland og ES.

Orsøkin til, at Boris Johnson kortini sendi eina áheitan á ES um at útseta Brexit, er, at avtalan, sum hann gjørdi við ES í síðstu viku, kom ikki til atkvøðugreiðslu í parlamentinum í gjár.

Parlamentið samtykti broytingaruppskot

Í staðin samtykt undirhúsið við teprum meiriluta eitt broytingaruppskot frá fyrrverandi konservativa parlamentsliminum, OLiver Letwin, um, at allir lógir, sum hava samband við Brexit-avtaluna, skulu gerast fyrst, áðrenn atkvøtt verður um sjálva avtaluna.

Oliver Letwin segði undir annars undir orðaskiftinum, at hann tekur undir við Brexit-avtaluni, sum ES og bretska stjórnin hava gjørt.

Frammanundan hevur parlamentið samtykt eina reglu um, at forsætisráðharrin skal biðja um at útseta Brexit í tríggjar mánaðir aftrat, til 31. januar í 2020, um parlamentið ikki hevði góðkent Brexit-avtaluna 19. oktober, sum var í gjár.

Boris Johnson hevði tí freist til á midnátt í gjárkvøldið at biðja ES um at útseta Brexit. 

Umbønin varð send, men Boris Johnson vildi ikki skriva undir hana. 

Eingin loysn at útseta Brexit

Fyrr í gjár sendi forsætisráðharrin parlamentslimunum eitt bræv, har hann ger greitt, at hann fór at siga ES, at tað er eingin loysn at útseta Brexit.

Boris Johnson gjørdi eisini greitt, at hann fer ikki at samstarva við ES um at útseta málið.

Hesi sjónarmið førdi Boris Johnson eisini fram í parlamentinum, tá hann hevði tapt atkvøðugreiðsluna:

Forsætisráðharrin sigur, at hann í næstu viku fer at leggja fram uppskot um lógir, sum hava samband við Brexit-avtaluna, soleiðis at parlamentið kann avgreiða tær, og at Bretland fer úr ES 31. oktober sum ætlað. 
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. november
TEMPAPLÁTAN: Mike & The Mechanics, 1985
101165
Sunnudag 17. november
Meg minnist: Bjarki Skúvadal (3:3)
100999
Sunnudag 17. november
Credo: Exoplanetur
100894
Sunnudag 17. november
Upp á tá 151119
101159
Sunnudag 17. november
Jambalaja - Luke Combs og Erin Enderlin
101158
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. november
Møti úr Vón í Skopun
101160
Leygardag 16. november
Andaktin
101148
Mánadag 11. november
3-2
100936
Sunnudag 10. november
Andakt við Jákup Eli Østerø
100878