Kvotur heldur enn fiskidagar

Kvotur heldur enn fiskidagar
Føroya arbeiðsgevarafelag vil heldur hava kvotur enn fiskidagar í føroysku fiskivinnuni
 
21.10.2019 - 15:11

Tað sigur felagið í hoyringarskrivinum um nýggju fiskivinnulógina. Umsetiligheitin er lættari í kvotuskipan, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Felagið ásannar, at vandin fyri útblaking er størri, tá skipini hava kvotur, men trupulleikin kann loysast við herdari revsing og betri eftirliti. 

Blandingsfiskiskapur ein trupulleiki

Ein annar trupulleiki er blandingsfiskiskapur, til dømis, tá skip, sum royna eftir toski, eisini fáa hýsu.

Men hann kann loysast við at geva møguleika fyri at keypa og selja kvotur til ymisku fiskasløgini millum sín, umframt at hava reglur, sum undir ávísum treytum gera tað møguligt at taka veiðu frá blandingsfiskiskapi við til lands, hóast farið verður eitt sindur upp um kvotuna.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at sama um Fiskimálaráðið velur kvotuskipan ella fiskidagaskipan er sera umráðandi at hava  umsetilig rættindi fyri at styrkja effektivitetin í skipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585