Týskland sinnað at leingja freistina

Týskland sinnað at leingja freistina
Landið vil geva Bretlandi eina eitt sindur longri freist til at fara úr ES
 
23.10.2019 - 15:47

Tað sigur týski uttanríkisráðharrin, Heiko Mass, sambært Ritzau. Hann sigur, at um talan verður um tvær til tríggjar vikur, so verður tað neyvan nakar trupulleiki.

Bretski forsætisráðharrin segði frammanundan, at tað ikki verður ES, sum skal gera av, nær bretar fara úr ES. Ta avgerðina skulu bretar taka sjálvir, segði hann.

Øll tey 27 ES-londini skulu vera samd um avtaluna við Bretland, bara eitt land kann forða fyri avtaluni, um samtyktin ikki vinnur frama.

Onnur uppskot helst eisini løgd fram

Hvussu langa freist Bretland fer at fáa, fyri at fara úr ES, er stórur ivi um, tí lógarverkið, ið skal fyrireika bretska samfelgið til nýggju tilveruna, er stórt, og tað fer at taka fleiri mánaðir at fáa lógirnar samtyktar.

Tí uppskotini skulu umrøðast bæði í parlamentinum, undirhúsinum og í yvirhúsinum. Roknað verður eisini við, at onnur uppskot fara at verða løgd fram.

Millum annað uppskot um nýggjar samráðingar um tollsamstarv, og kanska eisini um eina nýggja fólkaatkvøðu, og so kann gongdin nú eisini hava við sær, at parlamentsval verður útskrivað í Bretlandi, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819