Fýra bussar áveg til Havnar úr Klaksvík

26.10.2019 - 12:43
Ítróttur
Fýra bussar áveg til Havnar úr Klaksvík
Klaksvíkingar spíla seg út í dag við fýra bussum at áskoðarum, sum eru ávegis til Havnar
Myndina hevur Solby Christiansdóttir tikið
 

Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur reportarar umborð á einum av fýra bussum, sum eru ávegis úr Klaksvík til Havnar til dystin, sum byrjar klokkan 15.00 í dag. Rói Clementesen, ein av fyriskiparunum, sigur við Mariu Ziskason í Kringvarpinum, at klaksvíkingar hava spílað seg út til dystin í dag, og nógv atgongumerki hava verið seld undan dystinum.

 

Rói Clementsen vónar og væntar, at KÍ fer avstað við sigrinum, og hann sigur, at hann vónar ein 3-1 sigur í dag. Í B36 vóna tey sum vera man eisini at vinna. Hannis Egholm sigur við útvarpið, at tey vóna ein sigur í dag, og at tey vænta spenning til seinasta minutt.

 

Tey eru til reiðar at taka ímóti gestunum úr Klaksvík í B36 húsinum. Tað sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, reportari hjá útvarpinum, sum er stødd í hølunum hjá B36, har upptakt er á skránni.

 

Útvarpið er byrjað at senda frá fótbóltsumfarinum hendan finaludagin, og sendir framtil seinasta bríksl.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Leygardagur 18. januar 2020
103528
Leygardag 18. januar
Tú pellar! Gissur og Bárður
103526
Leygardag 18. januar
Kaffidussur við Jórun Larsen Mørkøre
103522
Leygardag 18. januar
Morgunlesturin leygarmorgunin 18. januar 2020
102995
Fríggjadag 17. januar
Tríggir popparar hittast (2:3)
103496
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Nóllywood (2:2)
103104
Mikudag 15. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2019
103404
Mánadag 13. januar
3-2
103292
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
103233