Smuglaðu 43 kilo av rúsevnum við Norrønu

Smuglaðu 43 kilo av rúsevnum við Norrønu
Tað er ein tann størsta nøgdin íslendskir myndugleikar nakrantíð hava funnið
Norrøna hevði 43 kilo av rúsevnum við sær fyrst í august
Mynd: Savnsmynd  
 
26.10.2019 - 09:51

Tveir persónar við týskum og rumenskum uppruna eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum við Norrønu. Tað skrivar in.fo við RUV sum keldur.

 

Tað var 1. august í ár, at teir báðir royndu at smugla 38 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini við Norrønu. Teir høvdu fingið hendur á rúsevnini í Týsklandi, og vórðu rúsevnini goymd í viðførisrúminum í einum bili.

 

Tað er ein tann størsta nøgdin av rúsevnum, sum íslendskir myndugleikar hava lagt halda á, skriva miðlarnir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Jambalaja 200424
173993
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887