Nýtt vitni skakar Hvítu Húsini

Nýtt vitni skakar Hvítu Húsini
Ein obertloytnantur, sum vitnar í ríkisrættarkanningini mót Trump, sigur, at hann var sjálvur vitni til, at Hvítu húsini løgdu trýst á Ukreina
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
30.10.2019 - 07:10

Hvítu húsini løgdu trýst á Ukreina um at hjálpa Donaldi Trump politiskt, sigur obertloytnanturin, sambært skrivligari frágreiðing, sum fleiri miðlar hava fingið hendur á áðrenn Alexander Vindman skuldi avhoyrast fyri afturlatnum hurðum í Kongressini í gjár.

Sagt verður, at vitnisfrágreiðingin hjá obertloytnantinum er eldfim, og republikanararnir hava sett alt í verk fyri at bróta niður trúvirðið hjá honum undan avhoyringini.

Vindman leggur fram nøkur av sterkastu prógvunum higartil fyri ákærunum um, at Trump misnýtti sítt vald sum forseti og breyt vallógina, tá hann royndi at fáa stuðul frá Ukreina í royndini at verða valdur aftur næsta ár, skrivar AFP-tíðindastovan.

Hoyring fyri afturlatnum hurðum

Vindman, sum hevur verið í tænastu fyri amerikanska herin í Irak, og sum seinni gjørdist Ukreina-serfrøðingur í amerikanska trygdarráðnum, kom til hoyringina ílatin hermannabúna og við heiðursmerkjum á bringuni.

Hoyringin var fyri afturlatnum hurðum, men sambært skrivligu frágreiðingini, greiddi obertloytnanturin frá, at hann persónliga hoyrdi, tá Trump legði trýst á ukreinska forsetan, Volodymir Zelenskij, í telefonsamrøðu 25. juli. 

Trump vísír aftur, at hann hevur gjørt nakað galið og heldur, at samrøðan við Zelenskij var púrasta í lagi, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585