Málið ikki tikið uppaftur

Málið ikki tikið uppaftur
Yvirfriðingarnevndin tekur ikki uppaftur málið um grótið úr Sandoyartunlinum, sum verður tyrvt á Velbastað
Grótið úr Sandoyartunlinum verður Streymoyarmegin koyrt niðan í hagan á Velbastað, har bøur síðani skal leggjast omanyvir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2019 - 14:53

Tað hevur nevndin boðað Annfinni Brekkstein, sum býr á Velbastað, og sum eisini er býráðslimur í Havn, frá.

Hann bað Yvirfriðingarnevndina viðgera málið av nýggjum, tí, sum hann sigur, tað er vánaligasta loysnin fyri náttúruna at tyrva grótið.

 >> SÍ EISINI 3.000 lastir av tunnilsgróti í hagan

Yvirfriðingarnevndin gav annars loyvi í 2016 til at tyrva triðingin av grótinum úr Sandoyartunlinum í hagan á Velbastað.

– Men nevndin kann viðgera mál av nýggjum, um serligar umstøður tala fyri tí. Í hesum málinum eru ongar serligar umstøður, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini.

Náttúran á staðnum, har grótið verður tyrvt á Velbastað, er ikki so serlig, at neyðugt er at varðveita hana, sigur samda Yvirfriðingarnevndin í svarinum til Annfinn Brekkstein.

 >> SÍ EISINI Sí myndirnar: Her verður grótið úr tunlinum tyrvt

Annfinn Brekkstein sigur í dag við Kringvarpið, at hann hevur ilt við at virða avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini, men hann góðtekur hana. Hann fer ikki at gera ikki meira við málið nú.

– Tíðin er nú komin til at dagføra náttúruverndarlógina so hon er meira tíðarhóskandi og tekur meira atlit til umhvørvið, sigur Annfinn Brekkstein.

Grót úr Sandoyartunlinum verður í løtuni tyrvt niðan fyri vegin á Velbastað. Eftir nýggjár verður væntandi byrjað at tyrva grótið hinumegin vegin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010