UNICEF: Triðja hvørt barn fær skeivan kost

UNICEF: Triðja hvørt barn fær skeivan kost
Triðja hvørt barn yngri enn fimm ár fær ikki nóg kostgóðan mat. Maturin hevur ov lítið kostvirði, staðfestir nýggj frágreiðing
Nógv børn yngri enn fimm ár fáa skeivan kost, sigur UNICEF. Trupulleikin er ikki, at børnini eta ov lítið, men hvat tey eta, sigur felagsskapurin
 
01.11.2019 - 16:11

Tað snýr seg ikki um, at børnini eta ov lítið, men at maturin, tey fáa, hevur ov lítið føðsluvirði. Fiti er eisini dømi um lítið føðsluvirði í matinum, sum nógv børn líða undir.

200 milliónir børn í heiminum er undirfødd, og ringast stendur til í Suðurasia og í Afrika sunnan fyri Sahara. 150 nýføðingar vaksa ikki, sum tey eiga, og nærum 50 milliónir viga ov lítið.

Í bakgrundini er fátækradømi, alheimsgering, býargerð og menniskjaligar kreppur. Børnini, sum eru mest árend, eru tey, sum búgva í fátækastu økjunum, skrivar UNICEF í nýggjari frágreiðing.

Nógv viga ov nógv

Sambært UNICEF er trupulleikin ikki, at børnini eta ov lítið, men hvat tey eta. Til dømis fær annaðhvørt barn yngri enn fimm ár ikki nóg mikið av vitaminum.

Nú á døgum er fiti eitt slag av undirføðslu. Sambært UNICEF er fiti hjá børnum partvíst tekin um vánaliga føði. Alsamt fleiri børn eru tjúkk - eisini í Afrika.

Fimta hvørt barn millum fimm og 19 ár vigar ov nógv. Serliga í USA er talið nógv vaksið, talið er vaksið 50 prosent samanborið við støðuna ár 2000, skrivar UNICEF.

Gjalda prísin seinni í lívinum

Avleiðingarnar av vánaligum kosti fara at merkjast, tá børnini gerast eldri. Greið prógv eru um, at undirfødd børn hava verri við at fáa viðgongd sum vaksin.

Í frágreiðingini fær Finnland góð orð frá UNICEF, ið skrivar, at Finnland hevur sett tiltøk í verk fyri at minka um fita. Tiltøknini fevna eitt nú avgjøld og greiða vørulýsing.

 Í Finnlandi verður sosiali ójavnin útjavnaður orsakað av skúlamatinum, sum børnini fáa á dagstovni og skúla, sigur Heli Kuusipalo á finska stovninum fyri heilsu og vælferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887