Arctic Voyager nógv eftir at fiska

Arctic Voyager nógv eftir at fiska
Tað kemur illa við hjá felagnum, ið eigur uppsjóvarskipið, Arctic Voyager, at skipið fór á land í Fuglafirði sunnukvøldið
Arctic Voyager eigur 195 tons av makreli, 1.119 tons av norðhavssild og 8.078 tons av svartkjafti eftir at fiska, upplýsir Vørn
 
07.11.2019 - 12:02

Arctic Voyager hevur væl av kvotu eftir at fiska. Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á eigararnar, men Vørn upplýsir, at Arctic Voyager, eigur 195 tons av makreli, 1.119 tons av norðhavssild og 8.078 tons av svartkjafti eftir at fiska.

Útvarpið ætlaði í dag at spyrja eigararnar, hvussu teir loysa tann spurningin, men teir taka ikki telefonina. Sum skilst, so fer tað at taka drúgva tíð at umvæla Arctic Voyager, hvussu drúgva, fæst ikki at vita, fyrr enn skaðin er kannaður.

Arctic Voyager liggur við skipasmiðjuna MEST í Havn, og verður ikki tikin upp á bedingina fyrr enn í fyrsta lagi sunnudagin, segði stjórin á skipasmiðjuni, Mourits Mohr, við útvarpið í gjár.

 >> SÍ EISINI Sigldi á land í gjárkvøldið

Um eigararnir ætla at fáa eitt annað skip til vega at fiska kvotuna, ella um teir fara at biðja okkurt annað føroyskt skip fiska kvotuna, er heldur ikki greitt.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum sigur, at enn hevur ráðið ikki fingið nakra ítøkiliga umsókn frá eigarunum, og tí hevur Fiskimálaráðið einki at taka støðu til enn.

Men hann upplýsir, at eginkvotur og kvotur sum eru keyptar á uppboðssølu, kunnu flytast um ár, og tí missir skipið neyvan kvoturnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652