Heitasti oktober í 40 ár

Heitasti oktober í 40 ár
Fyri fjórðu ferð í ár er enn eitt hitamet sett, og samstundis økist nøgdin av koltvísúrni í lofthavinum
Oktober gjørdist 0,69 stig heitari enn miðalhitin í øllum heiminum í sama mánaði árini frá 1981 til 201
 
09.11.2019 - 14:59

Oktober gjørdist 0,69 stig heitari enn miðalhitin í øllum heiminum í sama mánaði árini frá 1981 til 2010.

Tað ger oktober til tann heitasta mánaðin, ið er skrásettur, síðani byrjað varð at innsavna dáturnar í 1979, sambært danska TV2.

Fjórða hitametið í ár

Hetta svarar til eina alheimsupphiting uppá 1,3 stig síðani árini 1850-1900, sum veðurlagsbólkurin hjá Sameindum tjóðum hevur brúkt sum fast mát.

Fimm teir heitastu oktobermánaðarnir í søguni eru mátaðir tey síðstu fimm árini, ímeðan hetta er fjórðu ferð í ár, at ein mánaður hevur sett nýtt hitamet.

Og hitamet er nakað, vit tað sama kunnu venja okkum við, sigur Sebastian Mernild, professari í veðurlagsfrøði. sambært danska TV2.

Í støðum upp í fimm stig heitari

Nýggj hitamet eru sett í fleiri umførum tey seinnu árini. Tá so nøgdin av koltvísúrni í lofthavinum eisini økist, økjast sannlíkindini fyri øðrum hitametum eisini, sigur Sebastian Mernild.

Tað var serliga á norðaru hálvkúluni, at hitin í oktober í ár var hægri enn vanligt hevur verið í 40 ár.

Í so at siga øllum tí arktiska økinum, í eystara partinum í USA og Kanada og í stórum pørtum av Miðeystri, Norðurafrika og norðara partinum í Russlandi, vóru tað í støðum fimm stig heitari enn vanligt í oktober.

Onkrastaðni var kaldari

Hinvegin vóru eisini nøkur støð, har tað í oktober var kaldari enn vanligt. Har vesturi í USA og í Norðurskandinavia var oktober óvanliga kaldur.

Tað vísa mátingar hjá Copernicus, ið skrásetir veðurlagshagtøl. Í Noregi var oktober tann kaldasti í 10 ár, og í Karesounda, har norðuri í Svøríki, vórðu mátað -23,9 stig síðst í oktober.

Hetta er, sambært svensku veðurstovuni, SMHI, mesti kuldin, sum er mátaður har á leiðini ein oktober mánað síðani 1984.

Nøgdin av koltvísúrni øktist eisini

Samstundis, sum oktober í ár gjørdist tann heitasti oktober mánaðurin í 40 ár, økist nøgdin av koltvísúrni í lofthavinum eisini.

Nøgdin av koltvísúrni hevur ongantíð verið so stór sum nú ein oktober mánað, síðani byrjað varð at máta koltvísúrni seint í 1950-unum.

Ein ørgrynna av heimsins londum hava annars í Parísavtaluni bundið seg til, at minka nógv um útlátið av koltvísúrni fyri at avmarka alheimsupphitingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010