Móttøkuflokkar skulu skipast

Móttøkuflokkar skulu skipast
Eitt uppskot um at gera móttøkuflokkar til tess at bøta um mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna er sent til ummælis
 
11.11.2019 - 14:44

Eitt uppskot um kunngerð um mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna er gjørt og sent til ummælis hjá Undirvísingarstýrinum og Námi.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um málundirvísingina hjá fremmandmæltum børnum.

Í uppskotinum um kunngerð verður tosað um at skipa móttøkuflokkar, har bæði kommuna og skúli kunnu samstarva um at skipa móttøkuflokk.

Eitt krav í kunngerðini er eftirútbúgving fyri lærarar, sum skulu undirvísa teimum, sum ikki tosa føroyskt. 

Jenis av Rana sigur eisini, at Nám er farið undir at gera undirvísingartilfar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585