"Closed for Maintenance" verður aftur næsta ár

"Closed for Maintenance" verður aftur næsta ár
Føroyar verða stongdar eitt vikuskifti, so at viðlíkahald kann gerast, og næstu ferð verða Føroyar stongdar fyri ferðafólkum 16. og 17. apríl 2020
 
14.11.2019 - 09:28

Hesar báðir dagarnir skulu brúkast til at rudda upp eftir útlendskum ferðafólkum, umvæla oyðilagdar lutir og seta niður plantur, skrivar heimasíðan, Trends-and-Travel.dk.

Guðrið Højgaard sigur við heimasíðuna, at talan er ikku bara um tøl og pengar. Vit hava eisini ábyrgd fyri okkara samfelagi og vøkru náttúru. Vit vilja varðveita og verja oyggjarnar fyri at tryggja okkum burðardyggan og ábyrgdarfullan vøkstur, sigur hon við heimasíðuna.

Pláss verða fyri 100 sjálvbodnum at koma til Føroyar at hjálpa við høvuðsreingerðini og viðlíkahaldinum av náttúruni. Tey sjálvbodnu skulu sjálv rinda fyri ferðina til Føroya, - men tey fáa ókeypis uppihald og mat.

Tiltakið varð fyrstu ferð í fjør, og tá fekk Visit Faroe Islands umsóknir úr 25 londum frá fólki.

Í fjør vitjaðu 110-túsund útlends ferðafólk í Føroyum, - dupult so nógv, sum fólkatalið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819