Bretar koma ikki við nøkrum uppskoti

Bretar koma ikki við nøkrum uppskoti
Bretska stjórnin fer ikki at tilnevna nakað evni til ES-nevndarlim fyri parlamentsvalið 12. desember
Bretska stjórnin sigur nú, at hon fer ikki at koma við nøkrum uppskoti um ES-nevndarlim, meðan valstríð er upp undir parlamentsvalið í næsta mánaði
 
15.11.2019 - 10:44

Tað hevur bretska stjórnin boðað nýggja nevndarformanninum, Ursulu von der Leyen, frá.

ES hevur annars kravt, at bretar skuldu skjóta ein ES-nevndarlim upp, tá Brexit varð útsett fyri triðju ferð í oktober. Ætlanin er, at Bretland skal fara úr ES 31. januar.

Men bretska stjórnin sigur nú, at hon fer ikki at koma við nøkrum uppskoti um ES-nevndarlim, meðan valstríð er upp undir parlamentsvalið í næsta mánaði.

Óvist um londini klára at tilnevna nevndarlim

Spurningurin er, um tað fær avleiðingar fyri nýggju ES-nevndina, sum longu er seinkað eina ferð.

Ætlanin var, at nýggja nevndin skuldi taka við 1. november. Tað eydnaðist ikki, tí ES-tingið vrakaði trý evni, sum vórðu skotin upp at sita í ES-nevndini.

Nú er ætlanin, at nýggja ES-nevndin skal taka við 1. desember. Men tað er óvist, um tað fer at eydnast, um eitt av teimum 28 limalondunum ikki tilnevnir nakran nevndarlim.

Í summar gjørdu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES av, at skipanin um, at øll limalondini skuu hava hvør sín nevndarlim, skal halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652