Jórun triðbest í heiminum

Jórun triðbest í heiminum
Jórun Larsen Mørkøre gjørdist í nátt okkara tíð nummar trý í heimsmeistarakappingini World Natural Bodybuilding Federation í New York
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
17.11.2019 - 03:36

Jórun Larsen Mørkøre kappaðist fyri tey profesionellu ella yrkisíðkararnar í WNBF-kappingini. 12 kvinnur vóru í bólkinum.

Kappingin varð skipað í tveimum umførum. Fyrst skuldu luttakararnir vísa seg fram í ymiskum støðum. Jórun fór á pall og gjørdi hetta stutt fyri klokkan níggju um morgunin lokala tíð.

Klokkan trý korter til átta um kvøldið var seinni parturin á skránni. Tá skuldi Jórun vísa fram eina seriu aftur við tónleiki í ein minutt.  Hetta var ein samanseting av rørslum, sum hon sjálv hevði valt.

Smáar tveir tímar seinni var greitt, at Jórun Larsen Mørkøre fekk eitt triðja pláss, sum er hennara besta úrslit nakrantíð í hesi kapping.

Áður er hon blivin nummar fýra og fimm, tað var í 2017 og í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628