Lagnan hjá málninginum útsett til desember

Lagnan hjá málninginum útsett til desember
Avgerðin, um møguligt fútabann skal setast fyri at skera í málningin hjá Tal R, fellur ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2. desember
 
21.11.2019 - 15:21

Teir báðir, Dan Torleifsson og Arne Leivsgarð, møttu fyrrapartin í Eystara Landsrætti, sum skuldi taka støðu til málið.

Advokaturin hjá danska listarmanninum Tal R vil hava sett fútabann móti, at báðir føroyingarnir sleppa at skera í málningin, sum teir hava keypt fyri 600.000 krónur í London at brúka til urskivur.

Viðgerðin í Eystara Landsrætti vardi frá klokkan 9.15 í morgun til klokkan 14.15 seinnapartin - uttan úrslit, tí dómarin skal hava umhugsunartíð, áðrenn hann kemur við einum úrskurði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887