- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spakin settur í
Spakin settur í
Arbeiðið, at útstykkja 27 grundstykki á Skála, er nú byrjað
28.11.2019 - 09:41
Seinnapartin í gjár varð spakin settur í útstykkingina suður frá Hórheiðum á Skála, har tey nýggju grundstykkini verða stykkjað út, skrivar Runavíkar kommujna.
Hetta er fyrsta útstykkingin á Skála í útivið 15 ár, síðani kommunan 1. januar í 2005 legði saman við Runavíkar kommunu. Kommunan miðar eftir, at grundstykkini verða klár í november næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV