SEV-prísurin hækkar

SEV-prísurin hækkar
Prísurin hjá húsarhaldum hækkar fimm oyru kilowatttíman, og vinnukundar skulu gjalda 10 oyru aftrat fyri kilowatttíman næsta ár
Hjá húsarhaldum hækkar streymrokningin 30 krónur um mánaðin, ella 375 krónur um árið, tá meirvirðisgjald er íroknað
 
29.11.2019 - 12:21

Hjá húsarhaldum hækkar streymrokningin 30 krónur um mánaðin, ella 375 krónur um árið, tá mvg er íroknað. Framrokningar vísa, at neyðugt verður helst eisini at prísin fimm oyru aftrat hjá øllum kundum í 2021.

Oljuútreiðslur og útbyggingar í elskipanini seinastu fimm árini eru orsøkin til príshækkingina, sigur SEV í tíðindaskrivi í dag.

Elprísurin lækkaði fimm oyru fyri kilowatttíman í 2017 og 2018, men í ár hækkaði prísurin 10 oyru, og er nú á sama stigi sum í 2014.

Stórar útbyggingar á skránni

John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, sigur, at stórar útbygginginar eru á skránni, millum annað nýggjar vindmyllulundir.

Vit eru um at koma upp á tindin, men tað seinasta strekkið er neyðugt við nøkrum oljuútreiðslum og íløgum í elveitingina, millum annað pumpuskipan og koplingarstøðir, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

Hann sigur, at vit nærkast einum tíðarskeiði, har grønar útbyggingar fara at síggjast aftur í fíggjarætlanini. Oljuútreiðslurnar fara at minka nógv, so hvørt útbyggingarnar verða framdar, sigur John Zachariassen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010