Endurgjald frá trygging almannakunngjørt

Endurgjald frá trygging almannakunngjørt
Landsstýrið fer nú at almannakunngera, hvussu nógv tryggingarfeløg skulu gjalda fyri fólkaskaða ella mistan uppihaldara orsakað av ferðsluóhappi
Endurgald fyri ferðsluóhapp skal javnast hvørt ár
 
30.11.2019 - 16:05

Landsstýrið fer nú at almannakunngera, hvussu nógv tryggingarfeløg skulu gjalda fyri fólkaskaða ella mistan uppihaldara orsakað av ferðsluóhappi. Næsta ár skal tryggingin gjalda upp til 126 milliónir krónur fyri slíkan skaða.

Ferðslulógin sigur eisini, hvussu nógv, tryggingarnar skulu gjalda fyri skaða á lutir. Tað endurgjaldið verður upp til 25 milliónir krónur í 2020.

Ferðslulógin varð broytt í 2015, og endurgjaldið í kunngerðini skuldi javnast tvey prosent hvørt ár og kunngerast. Tað við kunngerðini hevur landsstýrið tó ikki gjørt fyrr enn nú, eitt uppskot um tølini næsta ár er sent til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819