Koyrdu bil 16 ára gamlir. Bileigarin er 18 ár

Koyrdu bil 16 ára gamlir. Bileigarin er 18 ár
Um tvey-tíðina í nátt steðgaði politiið einum bili í Havn
Politiið hevur tikið tveir 16 ára gamlar bilførarar í vikuni
 
30.11.2019 - 11:45

Tann, sum koyrdi, var bara 16 ár. Tað sjáldsama er, at sami bilur varð steðgaður hóskvøldið. Tá var bilførarin eisini 16 ár, men ein annar enn í nátt.

Hóskvøldið koyrdi tann 16 ára gamli bilførarin bileigaran til Norrönu. Bileigarin er 18 ár. Politiið hevur nú tikið billyklarnar.

Royndir eru tiknar fyri at vita, um 16 ára gamli bilførarin var ávirkaður av rúsevnum.

Misti koyrikortið fyri lívið

Ein 42 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur níggju mánaða fongsulsrevsing, og hann hevur mist koyrikortið fyri altíð, skrivar ákæruvaldið í Føroyum á sínum Twittervanga.

Maðurin hevur fingið dómin eftir at hava hótt og at vera tikin fyri at koyra ávirkaður 13 ferðir og at hava gjørt hetta, meðan hann var royndarleyslatin, skrivar ákæruvaldið á Twitter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672