Børn uttan pápa hava fleiri trupulleikar

01.12.2019 - 11:26
AktueltSamfelag
Børn uttan pápa hava fleiri trupulleikar
Børn, sum verða uppald hjá mammuni og hava ein pápa, tey ongantíð síggja, hava fleiri trupulleikar enn børn, ið hava gott samband við pápan
Børn hjá støkum uppihaldarum hava fleiri avbjóðingar enn børn, sum búgva skiftisvís hjá mammuni og pápanum
 

Børn, sum verða uppald hjá mammuni og hava ein pápa, sum tey ongantíð síggja, hava fleiri trupulleikar enn børn, sum hava gott samband við pápan.

Tað vísir ein nýggj granskingarverkætlan hjá danska stovninum fyri barnalív. Kanningin leggur seg væl upp eftir svenskum og amerikonskum kanningum um sama evni.

Betri við báðum foreldrum

Julie Ellesøe Jespersen hevur verið partur av granskingarverkætlanini og hon sigur við dr.dk, at børn hjá støkum uppihaldarum hava fleiri avbjóðingar enn børn, sum búgva skiftisvís hjá mammuni og pápanum.

Tó so vísir granskingin eisini, at trupulleikin er í høvuðsheitunum hjá børnum, sum bara hava eitt fólk at ansa eftir sær. Kanningin vísir eisini, at tað er ikki avgerandi, um seinni umsorganarpersónurin er pápin, omman og abbin ella ein mamma aftrat. Heldur hevur tað týdning, at tey eru tvey fólk um barnið.

At pápin er til staðar fyri børnini í teirra barnaárum viðførir, at tey klára seg munandi betri millum onnur og í skúlanum. Tað vísa tvær stórar altjóða granskingarverkætlanir. Kanningarnar geva eisini ábendingar um, at børn, sum hava pápan í lívinum, hava betri heilsu.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Morgunlesturin mikumorgunin 11. desember 2019
102059
Týsdag 10. desember
Breddin
102050
Týsdag 10. desember
Góðan morgun Føroyar 10. desember 2019
102024
Týsdag 10. desember
Morgunlesturin týsmorgunin 10. desember 2019
102058
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Marjuni í Kálvalíð
101975
Sunnudag 8. desember
Møti úr Nebo á Toftum
101977
Leygardag 7. desember
Úr savninum: Frætt & fregnað 11:12
101962
Leygardag 7. desember
Úr savninum: Matur og matgerð - røst riv
101961