Norskt fiskivinnufelag drigið upp í mutursgøluna

Norskt fiskivinnufelag drigið upp í mutursgøluna
En av eigarunum í norska fiskivinnufelagnum, Nergård AS, verður nú drigin uppí muturgøluna hjá íslendska felagnum, Samherja, skrivar Fiskeribladet
 
01.12.2019 - 16:32

Í skjølum frá WikiLeaks sæst, at Samherji hevur flutt 50 milliónir norskar krónur til felagið, Nergård Invest Samherji, sum Samherji eigur 40 prosent av. Peningurin er fluttur umvegis bankan DNB.

19. november skrivaði íslendska blaðið, Stundin, at 640 milliónir norskar krónur vórðu fluttar umvegis DNB, og eitt felag á Marshalloyggjunum til Namibia.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv av peninginum er hvíttaður, og heldur ikki, hvussu stór upphædd er nýtt til mutur, skrivar blaðið.

Størsta peningaupphæddin nakrantíð

Uttan mun til upphæddina, so er talan um størstu upphæddina, sum ein norskur peningastovnur hevur verið við til at fremja, skrivar blaðið.

Ein partur av peninginum er frá fiskiskapi hjá Samherja av rossamakreli í Namibia, og felagið hevur mutrað embætisfólk fyri at fáa kvotur. At talan er um bæði hvítting og mutur, prógva skjølini frá WikiLeaks.

Skjølini vísa eisini, at peningur er fluttur frá kontum í DNB til eitt felag í Dubai, sum ein tænastumaður í Namibia eigur. Hann hevur eisini ábyrgdina av, hvør fær kvotur í landinum.

Esja sigst verða nýtt til at hvítta pening

Peningurin er fluttur frá Esja Seafood Limited, sum er eitt av týdningarmestu altjóða feløgunum hjá Samherja. Esja er skrásett á Kypros.

Fiskeribladet skrivar, at Esja hevur havt kontu í DNB, sum eru nýttar til at rinda fyri konsulentvirksemi. Tað verður nú kannað. Og Esja skal eisini verða nýtt av Samherja til at hvítta pening, vísa skjølini hjá WikiLeaks.

 >> SÍ EISINI Samherji hevur mutrað í 10 ár

Nergård Invest Samherji as er skrásett í Tromsø. Eigarar eru týska reiðaríið, Cr Cuxhavener Reederei GmbH, sum ikki er til longur, Samherji HF og týska felagið, Icefresh GmbH, sum Samherji-fyritøkan eigur.

Margrét Ólafsdóttir í Samherja HF sigur fyri blaðnum, at tær 50 milliónirnar, sum eru fluttar ímillum Nergård Invest Samherji as og Esja, er lánsgjald fyri eina lánsavtalu, sum feløgini gjørdu í 2017.

Økokrim í Noregi komið uppí málið

Tá Nergård Invest Samherji AS varð stovnað í 2017, hevði felagið skuld til ein norskan banka. Tann skuldin varð umfíggjað í felagnum, sigur Ólafsdóttir við Fiskeribladet, og vísir á, at ein lánsavtala varð gjørd millum feløgini, fyri at umfíggja skuldina í mars í fjør.

Ólafsdóttir vísir eisini á, at Samherji HF varð býtt í Samherji HF, ið skal taka sær av rakstrinum í Íslandi og í Føroyum og Samherji Holding, EHF, sum fæst við virksemið í útlandinum í 2018. Hósdagin varð avgerð tikin um, at norska Økokrim skal kanna málið um DNB og Samherja.

Kunningarstjórin í DNB, Ewen Westerveld, hevur boðað frá, at bankin fer at samstarva við Økokrim, fyri at koma til botns í málinum. Men hann leggur dent á, at tað hevur týdning, at tað ikki er bankin sum er ákærdur fyri hvítting og mutur, men íslendska fiskivinnufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691